Seks partrolarapør eru til fiskiskap

Allir djúpvtnstrolararnir liggja inni í løtuni, men helst fer onkur út aftur, sum dagarnir ganga.

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trý pør koma inn at landa í næstu viku. Fiskiskapurin er vánaligur. Av skipum, sum í løtuni liggja, fer okkurt parið út aftur í næstum.

 

Allir djúpvtnstrolararnir liggja inni í løtuni, men helst fer onkur út aftur, sum dagarnir ganga.

 

- Fýra trolbátar eru nýliga byrjaðir túr, og aðrir fara væntandi út aftur teir næstu dagarnar.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað av hesum skipum kemur helst inn at landa mánadagin. Hitt landar helst síðst í vikuni.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og kemur møguliga inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku, verður æagt aftrat.