Heri Simonsen
Tvey ting standa klár í minninum eftir 33-22 sigurin hjá H71 yvir KÍF í Hoyvíkshøllini leygardagin. Levi Nybo, Jens Skipagøtu og Johann Hofgaard vardu allir H71-málið gjøgnum dystin. Og Zeljko Jotic, Óli Kristian Djurhuus og Daniel D. Olsen vardu allir málið hjá KÍF gjøgnum dystin. Hitt er, at síðsta korterið vóru tað stórt sæð bara unglingarnir hjá KÍF, sum vóru inni á vøllinum, og teir royndi seg ímóti einum vælleikandi ungum málverja – Johann Hofgaard – í H71-málinum. Annars byrjaðu bæði liðini við einari ræðuligari ferð. Liðini mistu bóltar í álopsstøðum, og ikki fyrr, enn í triðja minutti kom tað fyrsta málið. Støðan var 2-2 eftir 5 min, men tá hálvleikurin var hálvrunnin sást hvønn veg tað bar. Jotic hevði fleiri bjargingar, sum hildu KÍF nøkulunda inni í dystinum. Men tá siktið bleiv betri hjá H71-skjúttunum drógu teir frá KÌF. 5 minuttir fyri steðgin var støðan 14-8 til H71, og tað útbygdu hoyvíkingar til 17-9. Jens Skipagøtu kom rættuliga tíðliga inn fyri Levi Nybo, og hevði Jens fleiri framúr bjargingar. Men eitt var syndarligt at síggja hjá báðum liðum, og tað var hvussu illa tey gagnnýttu skjótálopini.
KÍF-løta
Fyrstu fýra minuttirnar av seinna hálvleiki hevði ein varhugan av, at KÍF fór at gera ein ordiligan vørr. Teir togaðu seg uppá 12-17, men so vaknaði H71 aftur, og netið hjá kollfirðingum sang fleiri ferðir. Ikki fyrr enn H71 var komið uppá 31-16, byrjaðu teir at slaka eitt sindur. Kári Mortensen valdi at geva fleiri unglingaleikarum hjá KÍF møguleikan, og teir gjørdu tað ikki verri enn t.d. Damir Oros, sum hevur talent og royndir, men ikki vísir nóg nógva sálarliga styrki til at gera tann munin, sum talentið og royndirnar heimila. KÌF-unglingarnir góvu trúgvu KÍF-viðhaldsfólkunum nakað at fara heim uppá. Serliga stóð 17 ára gamli Tony Dam sterkur í myndini, og fekk hann nøkur góð mál.
Eitt annað, sum hugtók áskoðarnar var blaðungi málverjin hjá H71, Johann Hofgaard. Hann gjørdi tað framúr. Og fekk hann eisini viðurkenning frá Jens og Levi frá beinkinum.
Mistøk
Dómarnir høvdu ikki nakra ávirkan á úrslitið. Til tað var munurin millum liðini alt ov stórur. Men í 13. og í 33. minutti blivu KÍF-leikarar grovt feldir. Fyrru ferð í fríari álopsstøðu. Báðar støðurnar burdu givið í minsta lagið 2 minuttirs útvísingar, og tann fyrra støðan eisini brotskast. Men hetta yvirsóu dómarnir. Tá KÍF framdi eitt identiskt brot í 41. minutti fekk tað beinavegin fylgir. Men samanborið við skeivu sendingarnar hjá serliga KÍF, so vóru mistøkini hjá dómarunum ikki so mong í tali.
Fakta um dystin
H71-KÍF 33-22 (17-9)
10 min: 7-4
20 min: 11-6
40 min: 23-13
50 min: 28-15
Málskjuttar
H71: Janus Sørensen 8, Dánjal Tórgarð 6(2), Gunnar Bláberg 5, Halgir Dahl Olesen 5, Poul Kjartan Dam 3, Freddy Poulsen 2, Johnny Durhuus 1, Tróndur Vatnhamar 1, Niels Viggo Niclassen 1, Bárður Brimvík 1
KÍF: Damir Oros 5(2), Dean Jankovic 4, Ási Dam 3, Tony Weihe 3, Suni Johannesen 2, Jákup Trygvason 2, Niklas Reginsson 1, Emil Petersen 1, Eddie Joensen 1
Brotskøst: H71 2, KÍF 2
Útvísingar: H71 2, KÍF 3
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr