Ukrainskir miðlar vita í dag at siga, at seks fólk hava latið lív og átta hava fingið løstir í russiskum atsóknum á býin, Lviv, í morgun.
Tað er guvernørurin í Lviv, Maksym Kozytskyi, sum ber hesi boð á Tvitter. Millum tey, sum lótu lív, er eitt barn.
Borgarstjórin í Lviv, Andriy Sadovyi, skrivar á Telegram, at tað vóru fimm málrættað rakettálop, sum raktu býin í morgun.
Sambært útlendskum miðlum skriva fleiri ukrainskir politikarar, at russisku rakettirnar í morgun vórðu skotnar eftir sivila undirstøðukervinum í býnum.
Í endanum av mars varð býurin, sum liggur heilt har vesturi í landinum, eisini raktur av fleiri russiskum rakettálopum.
Tíðindastovan BBC, sum eru í Lviv, veit eisini at siga, at fleiri spreingingar vóru í býnum í morgun.
##med2##