Seks línuskip í íslendskum sjógvi

Trý ísfiskalínuskip og trý frystilínuskip fiska í løtuni í íslendskum sjógvi, og fleiri eru í føroyskum sjógvi.

- Flestu línuskip eru til fiskiskap. Trý ísfiskalínuskip eru undir Íslandi, men tað er ivasamt, um nakað av hesum landar í vikuni sum kemur. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ísfiskalínuskipini, sum fiska undir Íslandi, fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Trý frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi.

 

- Undir Føroyum eru eisini fleiri línuskip. Tey fáa mest av toski og hýsu, og væntandi koma eitt ella tvey skip inn at landa mánadagin - og so nøkur seinni í vikuni.

 

Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður góður, men harðnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður gott, serliga fyrst í vikuni, og tí vænta vit nógvan útróður fyrst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski, men væntandi er, at meira verður at fáa av hýsu, sum vikurnar ganga.