Seks línuskip í Íslandi og Grønlandi

Streymurin verður brúkiligur, men hetta er vánalig fiskitíð hjá útróðrarbátunum.

 

Trý ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip eru til fiskiskap í grønlendskum sjógvi. Skipini, sum fáa mest av toski, koma neyvan heim at landa í vikuni sum kemur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tvey ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi. Tey eru nýliga byrjaði túr, og tey koma neyvan heldur heim at landa í næstu viku.

 

- Tvey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum. Annað landar væntandi miðskeiðis í næstu viku, men hitt skipið landar neyvan fyrr enn í aðru viku. Skipini undir Føroyum fáa mest av longu.

 

Sagt verður, at eitt línuskip fiskar á Reykjanesrygginum, og tað skipið kemur væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

- Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini gott. Umstøður skuldu tískil verið til útróður. Men, hetta er vánalig fiskitíð hjá útróðrabátunum, verður lagt aftrat.