Floglíkindini hava verið góð í dag, tað hevur verið eitt lot høgt, tað hevur ikki verið so kalt, men í kvøld er beinfryst. Tað eru trý flogfør komin og trý eru farin um Vága Floghavn í dag.
Í morgin skulu fimm flogfør koma og fýra fara um Vága Floghavn.
Hann verður sunnan í ættini í morgin, vindferðin fer at liggja um 6-7 m/sek, um 4-tíðina seinnapartin fer tað aftur at frysta.