Bjargingarfólk og løgreglan í býnum Nieuw-Beijerland nærindis Rotterdam kannaðu í gjár, hví ein lastbilur fór út av vegnum og rakti eina urtagarðsveitslu. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

Seks doyðu tá lastbilur koyrdi í urtagarðsveitslu í Hollandi

Bilførarin var ein 46 ára gamal maður í Spania. Eingin tekin eru um yvirgang

 

Bjargingarfólk og løgreglan í býnum Nieuw-Beijerland nærindis Rotterdam kannaðu í gjár, hví ein lastbilur fór út av vegnum og rakti eina urtagarðsveitslu. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

Seks fólk doyðu, og sjey fingu skaða, tá ein lastbilur koyrdi út av vegnum uttan fyri Rotterdam í gjárkvøldi og koyrdi inn í eina urtagarðsveitslu.

Tað váttar hollendska løgreglan fyri sjónvarpsstøðini NOS.

Áður var upplýst, at vanlukkan kravdi minst tvey mannalív.

Ein av teimum skaddu sigst vera í lívsvanda.

Vanlukkan var í býnum Zuidzijdedijk í útsynningspartinum av Hollandi um 18 tíðina í gjárkvøldið.

Bilførarin var ein 46 ára gamal maður úr Spania. Hann hevði ikki drukkið, men verður kannaður sum tann seki í vanlukkuni.

Tað eru eingi tekin um, at vanlukkan hevur nakað við yvirgang at gera.

/ritzau/

 

Bjargingarfólk og løgreglan í býnum Nieuw-Beijerland nærindis Rotterdam kannaðu í gjár, hví ein lastbilur fór út av vegnum og rakti eina urtagarðsveitslu. - Foto: Str/Ritzau Scanpix