Seismikkurin á landgrunninum sær lovandi út

-men tað fara at ganga millum 10 til 20 ár at loysa allan basaltknútin til fulnar

Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Hetta sær sera spennandi út. Eg haldi tað ber til at siga, nú vit leysliga hava hugt eftir seismikkinum ,sum varð skotin við Føroyar í summar, at hetta sær lovandi út. Hetta sigur Seamus Reilly, leiðari fyri leitingini hjá Chevron á Atlantsmótinum. Umboð fyri feløgini, sum Chevron arbeiðir saman við á Føroyaøkinum, Statoil, Dong og OMV havt júst verið saman á fundi í London, har tey sóu og gjøgnumgingu nakað av seismikkinum, sum er skotin við Føroyar í summar. Seamus Reilly sigur tó, at enn er ov tíðliga at gera nakrar neyvan niðurstøður, men viðgongur samtíðis, at kvaliteturin av data er sera góður.

Vit síggja nú betur niður gjøgnum basaltið enn áður, men til ber kortini ikki at siga, at vit hava rokkið málinum við hesum kanningum aleina: nevniliga at loysa basaltknútin. Endamálið við verandi kanningum er fyrst og fremst at síggja, hvussu tjúkt basaltlagið ella løgini eru. Trupulleikin er so tann, at oftani liggja onnur løg millum basaltfláir, og tað eru hesi løgini, sum órógva kanningarnar. Chevronstjórin metir, at tað fara at ganga millum 10 og 20 ár, til basaltknúturin er loystur til fulnar. Nú verður so arbeitt miðvíst við at tulka seismikkin, sum varð skotin á landgrunninum tætt uppat markinum í summar. Hetta arbeiðið verður liðugt í mars næsta ár.