Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum tapti í kvøld 21-24 ímóti Montenegro. Føroyska liðið verður mett at vera væl veikari enn montenegrar, og Føroyar fingu eisini eina ringa byrjan uppá dystin. Montenegrar komu hart út til dystin og vóru uppsettir at prógva at her var klassa munur, men so var ikki.
Føroyar vísti verjuspæl í serflokki, og samstundis stóð Nicholas Satchwell ein avbera góðan dyst.
Tað sum var ein gjøgnumgangandi trupuleiki hjá føroyska liðnum var, at teir fingu ov nógvar útvísingar. Eisini var tað ein stórur missur at Kjartan Johansen aftaná 20 minuttir mátti út, tá hann fekk sína triðju útvísing.
Tað sum var stórsti munurin frá fyrra dystinum var álopspælið hjá føroyska liðinum. Tað vóru ikki tær somu rørslirnar og sama frælsið í álopinum , sum í fyrra dystinum. Í seinna hálvleiki komu Jónas Djurhuus og Áki Egilsnes í gongd og hildi okkum inni í dystinum. Peter Krogh kom eisini inn í seinna hálvleiki og gjørdi tað gott í verjuni, tó vóru tær báðar útvísingarnar hann fekk, heldur dýrar.
Málskjúttarnir fyri Føroyar vóru: Jónas djurhuus við seks málum, Rói Berg og Áki Egilsnes fingu fimm mál í part, Rókur Akralíð skoraði tvey mál, Helgi Hoydal, Allan Norðberg og Niklas Selvig fingu eitt mál hvør.