Seinni dysturin skal spælast

Kappingarnevndin hjá FSF avgjørdi hóskvøldið, at seinni dysturin millum SÍF og MB skal spælast. Men MB verður kortini revsað fyri atburðin

Hóskvøldið hevði kappingarnevndin hjá FSF fund, har millum annað málið um dystin millum SÍF og MB var á skránni.
Hetta hevði kappingarnevndin tikið upp av sínum eintingum. Sambært grein 38 í kappingarreglunum hevur FSF loyvi til hetta, um illgruni er um, at lið hevur borið seg óregluliga at í kapping.
Sum skilst, so var talan um ein hampuliga drúgvan fund, har nógvir møguleikar vórðu havdir á lofti. Endin á øllum var, at seinni dysturin millum SÍF og MB skal spælast, men nøkur óvanlig stig eru tikin fyri at tryggja, at hetta verður gjørt undir ítróttarligu røttu fortreytunum.
Møguleikarnir, sum FSF hevði í so máta, eru nevndir í kappingarreglunum, og vóru hesir: Felagið kundi fáa ávaring, bót, verða dømt at tapa dyst, dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir ella verða koyrt úr kappingini.
Og eftir at hava viðgjørt málið, gjørdist niðurstøðan hjá FSF soljóðandi: FSF staðfestir, at 3-0 sigurin hjá SÍF stendur við. Somuleiðis staðfestir FSF, at seinni dysturin millum feløgini skal leikast, men at hesin skal spælast í Sandavági. Hetta tí MB verður frádømt rættin til heimavøll. Eisini fær MB eina bót áljóðandi 5.000 kr.
Hartil verða feløgini biðin um, at tey í seinasta lagi fríggjadagin kl. 17.00 skulu lata FSF dómaraseðlar til dystin leygardagin. Hetta so umsitingin fær tryggjað, at leikararnir, sum ætlanin er at nýta, er lógligir sambært leikarayvirlitinum, sum FSF hevur latið feløgunum.
Og at enda verður staðfest, at Fótbóltssambandið fer at hava umboðsmann við vøllin, tá seinni dysturin verður leiktur. Hesin skal tryggja, at dysturin fer fram undir røttu ítróttarligu fortreytunum, og hevur umboðsmaðurin fulla heimild at ógilda dystin, um framferðin ikki er í samsvar við ásetinginar, sum FSF hevur sett út í kortið.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Bjarka Mohr, formanni í kappingarnevndini, men hesin var tó ógvuliga fáorðaður.
- Vit vilja bara tryggja okkum, at hetta verður avgreitt undir røttu ítróttarligu fortreytunum. Samstundis hava vit avgjørt, at SÍF ikki skal revsast, tá hin parturin hevur bortið ásettu mannagongdirnar. Tí hava vit valt ikki at broyta sjálvt úrslitið av dystinum, staðfestur Bjarki Mohr at enda.