Blaðið veit at siga, at í seinastuni hava fleiri flogfør verið seinkað, tí trupulleikar hava verið, tá trappurnar hjá floghavnini skulu knýtast at flogførum, ið hava lent. Leiðslan ásannar trupulleikarnar, men sigur, at herd trygdarkrøv taka longri tíð, samstundis sum altsamt fleiri ferðast um floghavnina.










