Føroysk grundlóg
Hóast grundlógarnevndin langt síðani skuldi verið liðug við uppskotið um eina føroyska grundlóg, so er langt eftir á mál. Sambært lógini um grundlógarnevndina frá í februar í fjør, skal nevndin vera liðug við arbeiði sítt í seinasta lagi 1. juni í 2000.
Nevndin er sostatt seinkað góðar sjey mánaðir, og Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vil tí hava at vita, um lógin ikki eigur at verða broytt. Hetta spyr hann Høgna Hoydal, landsstýrismann, um í einum fyrispurningi.
- Tíðarfreistin er ikki hildin, og hóast long tíð enn gongur, áðrenn nakað uppskot fer at liggja á borðinum, so hevur landsstýrið ikki sett fram uppskot til broytingar av greinini, sum fyriskrivar tíðarfreistina. Tað kann tykjast heldur løgið, at grundlógararbeiðið sjálvt leggur út við ikki at halda landsins lógir, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkingunum.
Sambært heimasíðuni hjá grundlógarnevndini, so kann nevndin halda fram, hóast sjálv lógin ikki verður broytt. Løgtingið kann velja at góðtaka, at nevndin fer út um tíðarfreistina, men løgtingið kann eisini við lóg longja tíðarfreistina og seta eina nýggja freist.
Jóannes Eidesgaard vil eisini hava at vita, hvat hendir við stýrisskipanarlógini, um ein føroysk grundlóg verður sett í gildi. Eitt nú, hvussu mannagongdin er, um stýrisskipanarlógin skal takast av.
Skal stýrisskipanarlógin broytast, so skulu tvey løgting samtykkja broytingarnar, og Jóannes Eidesgaard vil hava at vita, um tað eisini skulu tvey løgting til at gera av, um lógin skal takast av.
Nýggjur leistur
Í samband við nýggja fullveldisleistin ætlar landsstýrið, at Føroya fólk um nøkur ár skal atkvøða um nýggju grundlógina. Verður hon samtykt, so merkir tað samstundis, at Føroyar eru fullveldisríki. Jóannes Eidesgaard spyr í hesum sambandinum Høgna Hoydal, hvussu hetta fer at seta sín dám á innihaldið í grundlógini.
Fjórði spurningurin hjá Jóannes Eidesgaard snýr seg um, hvat hendir við grundlógini, um Føroyar ikki verða fullveldisríki. Javnaðartingmaðurin vil hava at vita, um úrslitið av grundlógararbeiðinum møguliga við einari útbygging av stýrisskipanarlógini kann vera grundarlag undir einari aðrari ríkisrættarligari loysn enn fullveldi.
Løgtingið samtykti í gjár, at Høgni Hoydal skal svara fyrispurninginum frá Jóannesi Eidesgaard.