Seinasta tiltakið, sum Javni skipar fyri uppundir jól verður í dag, fríggjadagin, 14. desembur. Umleið kl. 17 verður jólahugni við gløgg og holukøkum í Fjálva á Hoydalsvegi 40 og kl. 19 verður gudstænasta í Hebron á Argjum.
– Tað er við takksemi, at vit kunnu líta aftur á eitt virkið heyst við nógvum sjónligum virksemi. Ein týðandi partur av hesum hevur snúð seg um at uppbyggja áhuga fyri nýggja felagnum fyri fólk við menningartarni. Tað arbeiðið er komið somikið áleiðis, at tíðlja komandi ár verður stovnandi aðalfundur. Nærri verður kunngjørt seinni um nær og hvar.
Síðani seinnu helvt av novembur er orka nýtt til javnagudstænasturnar kring landið og vilja vit fegin senda eina hjartaliga tøkk fyri stóra beinasemið í hesum sambandi.
– Javnaálmanakkin hevur eisini fylt rættuliga nógv. Ikki bara á skrivstovuni. Kring landið er eitt ótal av fólki, sum hava verið viðvirkandi til at úrslitið bleiv so væleydnað. Uttan tykkum tólv myndaevni til álmanakkan, álmanakkaseljarar, keyparar, stuðlar bæði nevndar og ónevndar og økisnevndarlimir Javna vilja vit takka hjartaliga. Tit eru ómissandi, sigur starvsnevndin í Javna, sum ynskir øllum eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.