Sólin skein oman og niðan, so tað var mestsum synd at fara inn í ítróttarhøllina at seta seg ein tílíkan dag, sum rektarin tók til í røðu síni, tá studentar og HF¹arar fingu prógv mikudagin.
Og tað var, eins og sólin hevði avgjørt at senda hesum seinastu pisunum í hesum túsundáraskeiðnum eina serliga heilsu hendan dagin.
Hóast bæði Petur Skeel og Ívar høvdu hótt við skýggjum og møguligari vætu, varð dagurin ein av teimum allarfagrastu.
Mads Winther, rektari, minti í røðu síni fólk á, at vit liva í eini tíð, har vitanin er ógvuliga avgerandi.
Rektarin samanbar tíðina í dag við ídnaðarkolveltingina.
Í dag er kolveltingin á tøknifrøðiliga økinum, segði rektarin.
Eftir eina hugnaliga samkomu við felagssangi, kórsangi og próvhandan, varð farið oman í Hoydalar, har floksmyndir vóru tiknar, og fólk fingu høvi at hittast og ynskja hvør øðrum tillukku við sær sjálvum, alvanum og hvørjum tað nú var.
Fastur táttur ein slíkan dag er pisufundurin.
Hesin fundurin verður eftir gamlari siðvenju hildin í viðalundini.
Men umstøðurnar broytast alla tíðina. Næmingarnir økjast í tali og viðalundin minkar, so neyðugt er at flyta eitt sindur. Tó ikki so langt kortini. Seinnu árini hevur fundurin verið hildin á økinum beint sunnan fyri sjálva lundina.
Ein studentur, ein HF¹ari og ein gestarøðari plaga at vera.
Í ár var Rakul Helmsdal, rithøvundur, gestarøðari, og Thora Augustinussen røddi vegna HF¹ararnar.
Studentarøðarin var Janus Brix Andreasen, sum helt eina góða røðu.
Hann nam, sum vera man, við tíðina í Hoydølum. Síðan fór hann, umvegis Gongurólv, heilt aftur til Atlantis, áðrenn hann tók í framtíð Føroya sum fullveldi.
Janus segði millum annað, at ríkidømi Føroya er ikki bara fiskur og olja. Tað sanna ríkidømi okkara er fólkið, her býr. Eitt fólk, sum hóast trongar umstøður hevur megnað at liva her á oyggjunum í tí havi, sum fekk bæði lond sum Atlantis og skip sum Titanic at søkka.
Og vit hava eisini verið fyri heimsóknum, so tað merkist. Bæði av sjórænarum og Gablum. Undir norskum, donskum og bretskum veldi. Risar og kellingar hava roynt at stolið okkum. Men vit eru her enn.
»Gaman í, « segði Janus Andreasen, »vit klandrast heldur enn ikki illa. Vit klandrast líka harðliga, tá tað snýr seg um fisk og fótbólt, sum tá tað snýr seg um loysing.«
Janus Brix Andreasen minti áhoyrararnar á, hvussu tað gekk fólkinum í Atlantis, tá tey fóru at hugsa ov nógv um seg sjálvi og teir materiellu lutirnar.
Tey fóru at synda, so gudarnir argaðust. Tað endaði galið, og landið sakk.
Eisini nam røðarin eitt sindur við orsøkirnar til, at fólk vóru farin í Hoydalar.
Summi fara, tí tað ger tú bara. Summi, tí foreldrini kravdu tað. Onnur, tí har fóru allir vinirnir.
Og so eru tað tey, sum fara í stundentaskúla, tí hetta er tað, tey allarmest ynskja. Hesi fólkini, sum beinleiðis ætla at brúka prógvið til okkurt ávíst.
Og tað fáa tey høvi til í ríkiligt mál, nú heimurin liggur víðopin fyri teimum.










