Seinastu línutúrar fyri jól

Útlitini til útróður eru einki serlig hesa vikuna. Streymurin er hampiligur, men veðrið er ivasamt og skiftandi.

 

Fimm ísfiskalínuskip eru til fiskiskap, harav eitt fiskar í íslendskum sjógvi, og hini øll eru undir Føroyum. Nøkur skip liggja, men væntandi loysti onkur aftrat fyri jólahøgtíðina.

 

- Skipini fiska næstan bara tosk og hýsu, og fiskiskapurin er góður. Øll frystilínuskipini fiska undir Føroyum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri ráfiskatilfeingi hesa vikuna.

 

Væntandi er, at nøkur línuskip koma inn at landa hesa vikuna og tey, sum koma seinnapartin í vikuni, loysa neyvan aftur fyri jólahøgtíðina, sum stundar til.

 

Lagt verður aftrat, at útlitini til útróður hesa vikuna eru einki serlig. Og tó. Streymurin er hampiligur, men veðrið verður helst ivasamt og skiftandi teir næstu dagarnar.