Seinasti Royn’arin

Hvalbingar hava síðani 1923 havt Bóltfelagið Royn í bygdini, men líkt er til, at nú er farið at tynnast í flokkinum. Skeltið á Royn-høllini sigur, at nú eitur bóltfelagið Oyn, men so illa man neyvan standa til við limatalinum.