Seinasta umfar í Premier League

Arsene Wenger og Michael Carrick fyri seinastu ferð, meðan Liverpool og Chelsea stríðast

Í dag klokkan 16 verður seinasta umfar í Premier League í hesum kappingarárinum. Størsti spenningurin er stríðið um Champions League plássini, har tvey stig skilja Liverpool og Chelsea.

 

Liverpool, sum er í Champions League finaluni, skal hava eitt stig á heimavølli móti Brighton, fyri at tryggja sær Champions League luttøku komandi kappingarár. Tapa teir og Chelsea vinnur, so yvirhála Antonio Conte og hansara menn Liverpool, sum tó kann koma í Champions League komandi kappingarár, um teir vinna finaluna móti Real Madrid.

 

Á Old Trafford takkar Michael Carrick fyri seg sum spælara. 36 ára gamli miðvallarin hevur spælt við Manchester United síðani 2006. Hann gevst nú sum fótbóltsspælari, men heldur fram í venjaratoyminum. Arsenal er á vitjan í Huddersfield. Hetta er tann seinasti dysturin við Arsene Wenger á odda. Hann hevur verið venjari hjá Arsenal í 22 ár.

 

Tað er framvegis ein møguleiki fyri, at Southampton kann flyta niður, men tað krevur at Swansea innheintar trý stig og níggju mál í seinasta umfarinum. Swansea spælir á heimavølli móti Stoke, meðan Southampton spælir á heimavølli móti Manchester City. Allir tríggir uppflytarnir, Brighton, Huddersfield og Newcastle yvirliva.