fimleikur
Leygardagin 18. februar verður triðja steypakappingin í amboðsfimleiki fyri einstaklingar. Hesa ferð verður kappast á bita (kvinnur) og í ringum (menn). Kappingin verður hildin í fimleikahøllini á skúlanum á Glyvrum. Kappingin byrjar kl. 13.00.
Fýra bólkar kappast: kvinnuunglingar, mansunglingar, kvinnur og menn.
Í apríl verður NM í amboðsfimleiki í Íslandi, fyri bæði kvinnur og menn. Steypakappingarnar eru sostatt eitt gott høvi, at fáa innlit í hvussu væl fimleikararnir eru fyri áðrenn hesa altjóða avbjóðing, og eitt gott høvi hjá landsliðsvenjaranum at síggja hvørji ið eiga at verða við á landsliðnum.









