Seinasta konsertin hjá Niels

Tá Glymur hevur várkonsert í Klingruni komandi leygardag, er hetta seinasta ferðin, at Niels Winther stjórnar kórinum

 

Rútmiska kórið Glymur hevur várkonsert í Klingruni leygardagin klokkan 16. Kórleiðari er Niels Winther.

 

Sagt verður, at kórið hevur eina spennandi og fjøltáttaða skrá við føroyskum og útlendskum sangum. Kórið syngur mest rútmiskan kórsang. Á konsertini eru bæði eldri og nýggjari kórsatsir á skrá.

 

Hetta er samstundis seinasta konsertin við Niels Winther á odda. Glymur hevur 31 ár á bakið og er stovnur undir Kvøldskúlanum.