Kristi Himmalsferðardag skipar ítróttarfelagið í Mjórkadali fyri gonguferð úr Havnini niðan í Mjørkadal.
Hetta er 36. Ferð, at skipa verður fyri hesum tiltakinum.
Og hetta er samstundis seinasta ferðin at ítróttarfelagið í Mjørkadali skipar fyri gongutúri eftir Oyggjarvegnum úr Havn og niðan í Mjørkadal.
Tiltakið er alment og tað er ikki er neyðugt at boða frá luttøku frammanundan. Øll kunnu vera við, bæði børn, familjur, vinir og kenningar.
Gongutúrurin, sum er 15 km langur, byrjar við Keypssamtøkuna í Hoyvík klokkan 14 og endar í seinasta lagi klokkan 18 í Mjørkadali.
Gingið verður frá Keypssamtøkuni í Hoyvík, eftir Vegnum Langa, Óluvugøtu, Sundsvegnum, Norðara Ringvegi, Oyggjarvegnum og til Mjørkadals.
Meðan gingið verður, skulu allar ferðslureglur haldast.
Tað merkir at gingið og runnið verður í vinstru vegsíðu, eisini har ongar gongubreytir eru, sigur ítróttarfelagið í Mjørkadali.
Í Mjórkadai fáa luttakararnir skjal, sum er prógv fyri, at tú hevur verið við ferðini.
Skipað verður fyri flutningi úr Mjørkadali og oman til Havnar fyri tey, sum vilja tað.