Seinasta freist er í kvøld

Fótbóltsveitslan hjá Miðlahúsinum byrjar klokkan 21 í annaðkvøld, tá dyrnar í Vágsbotni lata upp.

Klokkan 22 verður so farið undir hæddarpunktið á kvøldinum, tá heiðurslønir verða lætnar toppskjúttum, spælarum, málverjum, venjarum stjørnuskotum og eisini dómarum.

Lagt er upp til tríggjar tímar við fótbóltstosi, -reypi og práti, og tá dyrnar í Miðlahúsinum steingja, sleppur veitslufólkið niðan á Rex, har kvøldið heldur fram.

Luttøka á veitsluni er ókeypis, men boðast skal frá luttøku á: fotboltsveitsla@sosialurin.fo