Tey, ið ikki hava møguleika at atkvøða til fólkatingsvalið mikudagin 5. juni, hava enn møguleika at greiða brævatkvøðu. Men tað ræður um at gera skjótt av, tí seinasta freist til at brævatkvøða er í dag.
Hetta er bæði galdandi fyri tey við bústaði í Føroyum og fyri tey, ið hava bústað í Danmark, men eru stødd í Føroyum á sjálvum valdegnum.
Til ber at brævatkvøða á kommunuskrivstovunum kring landið. Tað er ymiskt, hvussu leingi tær ymsu kommunuskrivstovurnar hava opið í dag, so tí er best at kunna seg á heimasíðuni hjá tínari kommunu sum skjótast. Summastaðni er bara opið til klokkan 12, og onkrastaðni er neyðugt at ringja, áðrenn mann kemur.











