Tað bretsk-franska Concorde-flogfarið fer í søguna í dag, tí nú verður tað seinasta flogfarið av hesum slagnum tikið úr flúgving og sett.
Concorde-flogfarið var ein kollvelting innan ferðamannaflúgving, tá tað fyrsta fór í flúgving, og tað vóru tey, sum væntaðu, at altjóða flogfeløgini fóru at standa í røð at fáa fatur á hesum skjótu flogførunum. Tey mest bjartskygdu væntaðu, at feløgini fóru at bíleggja eini 500 Concorde-flogfør, onnur væntaðu umleið 200, men tá saman um kom, gjørdist talið 14, sjey til British Airways og sjey til Air France.
Avmarkaðir rutumøguleikar, stór orkunýtsla og nógvur gangur, tá flogførini brutu ljóðmúrin, hava gjørt, at Concorde-flogfarið ongantíð fekk fótin fyri seg. Vanlukkan uttan fyri París og marknaðarkreftirnar góvu at enda flogfarinum mønustingin. Fyrr var tað stuttligt at ferðast skjótt. Nú er tað bara dýrt.