Seinasta árið eru vit blivin 834 fólk fleiri

Fólkatalið í Føroyum veksur støðugt

1. juni í ár búðu 53.358 fólk í Føroyum. Síðan 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 834 fólkum, og tað svarar til 1,6%.

 

Tað vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.

 

Gongdin í fólkatalinum verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð).

 

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið stavar frá eini nettoflyting á 495 fólk og einum burðaravlopi á 339 børn.

 

Seinastu tvey árini er nettoflytingin minkað nakað, samstundis sum burðaravlopið er vaksið nakað, so samlaða ískoytið til fólkavøksturin heldur framvegis sama javna støði á umleið 1,6% fyri hvørt 12-mánaðarskeið.