Fyri fyrstu ferð nakrantíð møtast Føroyar og Albania í einum A-landsdysti.
Tað gerst veruleiki tá EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Albania verður bríkslaður í gongd á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.
Sølvi Vatnhamar og Odmar Færø hava tó spælt nakrar minuttir móti Albania í U21-høpi.
Tá føroyska U21-landsliðið tapti 0-1 fyri Albania á útivølli í einum EM-undankappingardysti í Elbasan 6. juni í 2007 kom LÍF-leikarin, Sølvi Vatnhamar á vøllin tá 81 minuttir vóru leiktir av dystinum.
Tá var ungi LÍF-arin, Sølvi Vatnhamar 21 ára gamal.
Tá føroyska U21-landsliðið í somu undankapping tapti stórt 0-5 fyri Albania á Svangaskarði á Toftum 17. november í 2007 kom ein 18 ára gamal Odmar Færø á vøllin tá 72 minuttir vóru leiktir av dystinum. Tá var Albania á odda 4-0.
Vit mugu krossa fingrar fyri, at hesaferð fáa veteranarnir á A-landsliðnum, Odmar og Sølvi stig móti Albania.