Nú oljan er vorðin so dýr, at fiskimenn kring um heimin hveppa seg við at loysa skipini, er segl eitt av alternativunum, sum eru frammi Í mong ár varð siglt um heimshøv við seglum, bæði til flutning av vørum og í fiskiskapi.
Tey ungu hava sæð myndir av sluppum við seglunum uppi, og enn eru tey, sum minnast hesi skipini, ið høvdu segl til hjálpar, tí motorurin var lítil.
Og áðrenn skipini yvirhøvur fingu motor, vóru seglini einasta drívmegin - og vindurin einasta orkukeldan.
Enn eiga vit nøkur minnir frá farnari tíð, og enn sigla skip við seglum, umframt at tey hava motor.
Sluppirnar Jóhanna og Westward Ho minna okkum á gamlar dagar og farnar tíðir, og eisini hava vit Norðlýsið, Dragan, Ólav - bert fyri at nevna nøkur av teimum skipum og bátum, ið eru varðveitt sum minnir um gomlu tíðina.
Nú oljan er vorðin so dýr, at fiskimenn kring um heimin hveppa seg við at loysa skipini, er segl eitt av alternativunum til drívmegi.
Í FiskeribladetFiskaren funnu vit hesa myndina í morgun, ið lýsir, hvussu eitt nútímans fiskiskip kann koma at síggja út.
Tað var annars bretska tiðarritið Fishing News, sum herfyri prentaði hesa myndina - av trolara við dreka, ið verður róptur SkySails.
Óhugsandi er ikki, at menn fara at royna ymiskar møguleikar at brúka vindin sum orkukeldu, nú eingin veit, hvar - ella um - oljuprísirnir steðga.