Herfyri segði ein útvarpsvertur Arbeit macht frei fyri at troysta teir lurtararnar, ið vóru til arbeiðis ein leygardag, tá veðrið var framúr gott. Útsøgnin gjørdi, at verturin á týsku útvarpsstøðini Gong bleiv uppsøgd.
Tann 28. juli byrjaði kvinnuligi útvarpsverturin sendingina við at brúka orðini, sum sóust við inngongdina til KZ-legurnar hjá nasistunum undir 2. Veraldarbardaga Arbeit macht frei. Orsøkin, til at verturin brúkti hesa orðingina, var tann, at hon vildi sýna samkenslu fyri teimum lurtarunum, sum eins og hon sjálv vóru noydd at vera til arbeiðis henda dagin.
Fleiri lurtarar kendu seg stoyttar av orðavalinum hjá útvarpsvertinum, sum nú er arbeiðsleys. Stjórin á útvarpsstøðini sigur við avísina Die Welt, at verturin viðgongur, at hon gjørdi eitt mistak og er hørm um óhepnu orðingina.Hann heldur, at hetta er nakað, sum kann henda fyri einhvønn.
- Hon hugsaði seg ikki um, áðrenn hon tosaði, men nú er skaðin hendur, og vit fáa ikki broytt nakað, sigur útvarpsstjórin, Gong Dingler.
Sambært avísini Süddeutche Zeitung er málið nú endað hjá statsadvokatinum, og her verður mett, um ákæra skal reisast móti vertinum fyri ærumeiðandi herferð móti øðrum samfelagsbólkum.