Vágsbøur var proppfullur, tá Rasmus Seebach fyri hálvumøðrum tíma síðani trein á pallin - hesaferð mitt á Vágbøi.
Røddin hoyrdist í forsterkarunum, andlitið sást á stórskermunum við pallin, men tað tók eina løtu hjá teimum flestu at síggja, hvar Rasmus Seebach sjálvur stóð og sang. Eingin stóð á pallinum. So við og við vendu fólk sær við, tí Rasmus Seebach stóð í ljóðtjaldinum og framførdi.
Bólkurin trein síðani út á pallin, og Rasmus Seebach kundi so spáka gjøgnum mongdina og taka sítt pláss mitt millum hinar tónleikararnar.
Um nakar er populerur millum føroyingar, so má tað sigast at vera Rasmus Seebach. Tað sást eisini á fjøldini, tí hugdi tú út yvir Vágsbø so sást einki annað enn skallar eftir øllum Vágsbøi og eftir allari Biskupstøðsgøtu.
Í repertoirinum hjá Rasmusi Seebach vóru sjálvandi slagarar sum Øde Ø, Olivia, Glad Igen og Natteravn.
- Skulu vit ballast, var tað seinasta, sum Rasmus Seebach segði, áðrenn hann treiv í "Under Stjernerne På Himlen" hjá pápanum, Tommy Seebach, sála.