Sebastian SOLO í Norðurlandahúsinum

Fólkakæri danski trubadururin, Sebastian, kemur aftur Føroya at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Sebastian er í løtuni á konsertferð í Danmark, og allastaðni eru konsertirnar útseldar, og fleiri eykakonsertir mugu fyriskipast.

Sebastian var í Føroyum í 2006. Hann hevði tá eina sera væleydnaða konsert í Norðurlandahúsinum. Fólk vóru ovfarin og hugtikin. Hann hevði tá verið burtur frá danska »live tónleikapallinum« í næstan 10 ár.

 

Sebastian er nakað heilt serligt. Røddin er meira rustað og ikki tann sama, sum hon var á yngru døgum, men tað hevur als ongan týdning, og ger hann ikki verri, tí Sebastian er so nógv annað enn bara rødd.

 

Sebastian er ein framúr góður gittarleikari, hann hevur speisemið og sjálvironi og dugir við sínum serliga máta at framføra at rúnarbinda áhoyraran sum fáur. Hann dugir kynstrið, at fortelja eina søgu og so hevur hann skrivað nøkur fantastisk løg og teksti, sum hoyra millum til tey allbestu løgini sum danir hava skrivað í nýggjari tíð.

 

Sebastian hevur eisini havt ávirkan á nógv menniskju bæði danir og føroyingar. Hann hevur skrivað eina rúgvu av hittum, sangleikir, filmstónleik t.d. sangleikin »Ronja Ránsmannadóttir«, sum varð framførdur í Føroyum. Hann hevur eisini skrivað sangleikin Skattaøen og Pippi.

 

Hvør kennir ikki sangirnar »Du er ikke alene«, »Du lille barn«, »80´ernes Boheme«, »Du Er Ikke Alene«, »Rose«, »Den Lille Malkeko«, »Romeo« og »Når Lyset Bryder Frem«, »Hodja fra Pjort«, »Her er sang«, »Måske ku vi«, »Stille før storm« og vit kunnu halda áfram í óendaligheit.

Konsertin hjá Sebstian verður týskvøldið 27 apríl í Norðurlandahúsinum.