Sea Shepherd noytt japanar at steðga hvalaveiði

Áhaldandi atgerðir hjá felagsskapinum Sea Shepherd hava nú fingið japanar at gevast við hvalaveiðini við Antarktis væl fyrr enn ætlað. Fiskivinnustovan í Tokyo sigur, at Sea Shepherd hevur jagstrað hvalaskipið Nisshin Maru á ein slíkan hátt, at vandi hevur verið á ferð.

Japanska sjónvarpið TBS sigur, at stjórnin í Tokyo heldur framferðina hjá Sea Shepherd vera so álvarssama, at mannalív kunnu vera í vanda, og tí hevur stjórnin givið hvalaskipunum boð um at gevast við veiðini fyrr enn vanligt.

Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, sigur í samrøðu við fronsku tíðindastovuna AFP, at Nisshin Maru er farið av teirri vanligu veiðileiðini. Sjálvur heldur hann, at japanar hava skotið einar 30 hval tær seinastu vikurnar.

Japanar veiða vanliga fleiri hundrað hval árliga við Antarktis til vísindalig endamál, men Sea Shepherd, Greenpeace og aðrir felagsskapir hava mótmælt veiðini, sum tey siga vera óneyðuga. Japan hevur sýtt fyri at slaka, og skip hjá umhvørvisfelagsskapum hava í fleiri ár órógvað tey japonsku hvalaskipini á leiðunum.