Sea Shepherd aftur í Føroya rætt í mars

Vit mugu bíða til í vár áðrenn vit fáa at vita um tað var ólógligt av Sea Shepherd at reka grind og springarar aftur til havs

Tað verður ikki fyrrenn um nakrar mánaðir áðrenn vit fáa at vita um Sea Shepherd beyt lógina, tá ið tey fyrr í summar róku eina grind í Haraldsundi til havs og tá ið róku springarar á Tangafirði til havs.

 

Tað var í 30. juli, at boðað varð frá grind í Haraldsundi, men tey í Sea Shepherd vóru skjót á sjóvarfallinum við sínum skjóttgangandi bátum og róku grindina til havs.

Tað fekk sýslumannin at melda Sea Shepherd fyri at bróta grindareglugerðina.

 

Tað hevur drigið út at fáa eina avgerð og ein orsøk til tað er, at óvissa tók seg upp um, hvussu grindareglugerðin skuldi tulkast.

Tí gjørdi fútin av at senda Fiskimálaráðnum málið til hoyringar saman við eini áheitan um at nágreina, hvussu kunngerðin um grind skal tulkast.

 

Men síðani hendi tað, at ein skjóttgangandi bátur hjá Sea Shepherd fór at reka springarar á Tangafirði aftur til havs og tá tók løgreglan bátin og førdi tey trý Sea Shepherd fólkini á bátinum.

 

Tey eru skuldsett fyri at bróta grindareglugerðina og Linda Hesselberg, ákæri, sigur at málið ímóti teimum trimum mótmælisfólkunum kemur fyri rættin einaferð í vár, kanska síðst í mars.

 

Tí hava tey gjørt av at bíða við málinum um grindina í Haraldssundi til rætturin hevur sagt sína hugsan um málið á Tangafirði.

- Tá ið dómur er fallin í málinum um springarnar á Tangafirði, vita vit, hvussu rætturin tulkar reglugerðina á hesum øki, tí tað er aldrin roynt í rættinum fyrr, sigur Linda Hesselberg.

 

Og tá verður so støða tikin til, hvussu verður við teimum, sum róku grindina í Haraldsundi, um tey eisini verða ákærd, ella um málið verður slept.