Seinnapartin gjørdi ein grind landgongd í Vestmanna Tað kann ganga skjótt at drepa grind.
Hetta vísti grindadrápið í Vestmanna í dag.
Grindin gjørdi landgongd klokkan 16.32, og seks minuttir seinni svam bara ein hvalur eftir.
Ikki er greitt, hvussu nógvir hvalirnir eru, men grindin varð mett til at vera stívliga 50 hvalir.
Sýslumaðurin sigur, at grindin verður skift í drápspartar. Seðlarnir koma út umleið klokkan 22 í kvøld, á bryggjuni í Vestmanna.