Seinastu vikurnar hava søgur gingið um, at Manchester United skuldi vera áhugað í at ogna sær 30 ára gamla Bastian Schweinsteiger hjá Bayern Múnchen. Men at døma eftir seinastu útsøgnunum frá manninum sjálvum, so tykist honum at dáma væl í týska stórfelagnum.
- Eg ynski at vinna Champions League á øðrum sinni og vinna fjórða týska meistaheitið á rað við Bayern Múnchen. Hóast eg havi vunnið mong steyp í felagnum, so er motivatiónin enn hin sama at vinna fleiri afturat, sigur Bastian Schweinsteiger við við týska miðilin Sport1de.
Schweinsteiger hevur bert eitt ár eftir av sáttmálanum við Bayern Múnchen, og er hetta helst orsøkin til søgurnar um, at miðvallarin, ið hevur spælt við Bayern Múnchen alla sína yrkisleið, ætlar sær til annað felag.