Schuster upp á tal í Onglandi

Týski venjarin Bernd Schuster var í farnu viku sagdur úr starvinum í Real Madrid, og nú kann tað verða, at hann endar í Onglandi. Sunderland leitar eftir nýggjum venjara, eftir at Roy Keane gavst í starvinum, og Schuster skal verða ein møguleiki. Men hann stendur á einum langum lista. Sunday Telegraph skrivar, at Sunderland hevur skrivað sær 30 møguligar venjarar niður.