Schumacher yngri er væl koyrandi

17 ára gamli Mick kann vera ávegis til formil 1, har pápin, Michael, gjørdi seg galdandi.

Mick Schumacher, sum er sonur tann nú heilaskadda sjeyfaldaða heimsmeistaran í formil 1, Michael Schumacher, gongur í fótasporum pápans. Hann er kappkoyrari, og eins og pápin, er hann dugnaligur.


Mick, sum fyri trimum vikum síðani fylta 17 ár, roynir seg í formil 4-bili í týsku ADAC-seriuni, har kappingarárið byrjar í næstu viku. Hann hevur tó longu roynt seg í royndarkoyringum, og har hevur gingist væl.


Í einari av royndarkoyringunum, nevniliga á Oschersleben-breytini fyrr í vikuni, slapp Mick Schumacher at royna seg, og her gekst somikið væl, at hann átti bestu tíðina í trimum av teimum sjey venjingunum.


Mick Schumacher byrjaði at koyra kapp í go-kart. Fyrstu árini nýtti hann upprunaliga eftirnavnið hjá mammu síni, Betsch, fyri at sleppa undan at Schumacher-eftirnavnið skuldi leggja ovurstórt trýst á hann.


Mick Schumacher koyrir fyri italska felagið Prema Powerteam, og hóast tað er eitt nálareyga at røkka heilt til formil 1, so hevur felagið áður megnað tað við Jacques Villeneuve, Robert Kubica og Valtteri Bottas.