Schumacher takkar fyri seg

Sjeyfaldi heimsmeistarin í Formil 1, Michael Schumacher, steðgar við kappkoyring eftir hetta kappingarárið. Núverandi lið hansara, Mercedes, hevur valt at siga hann upp og heldur fáa sær Lewis Hamilton. Hetta er helst orsøkin til, at 43 ára gamli týskarin nú takkar fyri seg.

 

- Eg havi tikið avgerð um at steðga eftir hetta kappingarárið. Eg meti meg framvegis vera føran fyri at geva teimum bestu kapping, men einaferð mást tú steðga, og hesaferð er tað helst varandi. Eg havi rokkið teimum málum, eg hevði sett mær fyri at røkka, og eri errin av teimum, sigur Michael Schumacher, sum áður hevur steðgað yrkisleiðini sum kappkoyrari, men síðani valdi at byrja aftur.