Schmeichel til Leeds

Sonur navnframa Peter Schmeichel spældi seinasta kappingarár við Notts County, sum hevði stórar ætlanir, tá seinasta kappingarár byrjaði. Sven Göran Erikson var ítróttarstjóri, og umframt Kasper Schmeichel ognaði felagið sær eisini Sol Campbell.

 

Men steðgurin gjørdist stuttur hjá báðum. Campbell spældi bert hin eina dystin, og herfyri mátti elsta fótbóltsfelag í Bretlandi so boða frá, at teir høvdu ikki ráð at gjalda lønina til Schmeichel, 14.000 pund um vikuna.

 

23 ára gamli danir hevur so nú skrivað sáttmála við gamla stórfelagið Leeds United, ið flutti upp í næstbestu deildina fyri 14 døgum síðani. Hann loysir ein annan dana av í Leeds, nevniliga Casper Ankergren, ið tó hevði mist plássið til Shane Higgs móti endanum av kappingini.

 

- Leeds er eitt risastórt felag við einum risastórum fjepparaskara, sigur Kasper Schmeichel við heimasíðuna hjá Leeds United.

 

Schmeichel hevur leikt 140 dystir fyri Manchester City, Darlington, Bury, Falkirk, Cardiff, Coventry City og Notts County.

 

Danski málverjin var leysgivin av Notts County og kostaði tí ikki Leeds United nakað í flytingarkostnaði. Sáttmálin er fyri tvey ár og fær gildi 1. juli.