Eftir hálvt annað ár sum venjari hjá 07 Vestur, valdi Michael Schjønberg at gevast sum venjari hjá felagnum eftir seinasta dyst fyri summarsteðgin. Hann sigur samrøðu við bold.dk, at hann saknar familjuna og hansara komandi arbeiði skal verða í Danmark.
- Eg vil gjarna hava meira tíð saman við familjuni, so um tað verður eitt venjaraarbeiði í næstum, so skal tað verða í Danmark, sigur 56 ára gamli Michael Schjønberg við bold.dk og leggur afturat:
- Mítt komandi arbeiði skal vera í Danmark, men hyggur tú longur fram í tíðina, so er Føroyar eitt deiligt land og tú skal aldrin siga aldrin, sigur Michael Schjønberg.
Fyrrverandi danski landsliðsspælarin sigur víðari í samrøðuni, at hann er fegin um at lata 07 Vestur frá sær í eini góðari støðu. Hann vísur til 5. plássið, tey 22 stigini og at liðið enn er í steypakappingini.
Nýggjur venjari hjá 07 Vestur er norski Lars Arne Nilsen. Hann hevur millum annað verið venjari hjá Gilla Rólantssyni og Vegard Forren í Brann Bergen.











