Patrik Schick hjá Kekkia skoraði í dag eitt mál, sum helst verður millum tey bestu í EM-emdaspælinum. Tað gjørdi hann, tá Kekkia vann 2-0 á Skotlandi á Hampton Park í Glasgow.
Skotlandi legði fyri við einum brøli av einum tjóðsangi, tá ”Flower of Scotland” rungaði á Hampton Park. Skotland spældi eisini við nógvari orku í fyrra hálvleiki, men kekkar verju væl, hóast Skotland kom í góðar støður.
Tríggjar minuttir fyri tíð gekk galið í hinum endanum, tá Patrik Schick stútaði eitt innlegg í málið. Hann var hægstur millum tveir skotskar miðverjar og setti pannuna á bóltin. 1-0 til Kekkia í hálvleikinum.
##med2##
Í seinna hálvleiki kom helst besta málið í EM-endaspælinum higartil, tá dagsins maður á Hampton Park, Patrik Schick, skoraði við langskoti bara ein metur inni á hálvuni hjá Skotlandi. Kekkar vunnu bóltin brádliga og Patrik Schick smekkaði bara til. Málverjin hjá skotum bleiv fangaður ov lang frammi á vøllinum.
Í fótbóltsmáli verður onguntíð sagt um nakað, sum er avbera gott – at tað er sjúkt. Hetta var tað, sum verður rópt fyri eitt sjúkt mál. Á enskum verður sagt ”sick”, sum eisini líkist nógv eftir navninum hjá Patrik Schick. Tað fekk kenda enska vertin og fyrrverandi landsliðsspælaran, Gary Lineker, at skrivar at hetta var eitt ” Schick goal”.
Skotlandi fær einki stig og einki mál, men teir skulu hava rós fyri at spæla við nógvari orku, og teir komu í fleiri góðar støður, men kekkiska verja og málverjin spældu ein góðan dyst.
Skotland – Kekkia 0-2 (0-1)
0-1 Patrik Schick, 42
0-2 Patrik Schick, 52
Dómari: Daniel Siebert, Týskland
Leikvøllur: Hampden Park, Glasgow
Bólkur D:
1. Kekkia 3
2. Ongland 3
3. Kroatia 0
4. Skotland 0