Tað var í samband við 32 ára føðingardagin hjá Ryan Reynolds, at hann frá unnustu síni, Scarlett Johansson fekk eina sera sjáldsama føðingardagsgávu. Sjónleikarakvinnan hevði júst verið til tannlæknan og trekt eina vísdómstonn, og hana helt hon, at hon ikki kundi tveita burtur.
Scarlett valdi so at goyma tonnina, og koyrdi ekta gull um tonnina og gjørdi hana um til eina hálsketu. Til alla lukku fyri sjónleikarin, Ryan Reynolds, var hetta ikki tað einasta hann fekk frá unnustini. Umframt tað gyltu tonnuna, fekk hann eisini eina kropmassaju.