Ísbjørnin kann doyggja út

Amerikanska innanríkisráðið tekur nú stig til at skráseta ísbjørnina sum eitt hótt djóraslag.


-Vit skjóta upp, at ísbjørnin kemur á listan við djórum, sum eru hótt. Vit koma við uppskotinum, tí ein vísindalig kanning hevur staðfest, at ísbjørnin er í vanda, tí ísurin í heimshøvunum bráðnar, sigur amerikanski innanríkisráðharrin, Dirk Kempthorne.

Keldur í innanríkisráðnum í Washington siga, at sambært granskarum hjá U.S. Fish and Wildlife Service kann ísbjørnin koma í vanda longu um 45 ár, og tí mælir USA til at binda um heilan fingur við at seta ísbjørnina á listan við hóttum djórasløgum. Keldurnar leggja afturat, at sambært kanningunum er eingin ivi um, at ísurin bráðnar, tí tað gerst altsamt heitari á Jørðini. Sambært amerikonsku kanningunum var meðalhitin í økinum kring Norðpólin í fjør heili átta stig oman fyri meðalhitan tey seinastu 30 árini.

Fyri einum mánað síðani kunngjørdu granskarar hjá National Center for Atmospheric Research og lærda háskúlanum í Washington, at við verandi gongd er tað ikki óhugsandi, at eingin ísur verður eftir í Arktis longu í 2040. Teir vístu á, at ísurin har er minkaður millum 15 og 20 prosent síðani 1978, og at eitt øki upp á umleið 2,5 milliónir ferkilometrar er komið undan kavi eftir at hava ligið undir ísi.

-Ísurin fer ikki at minka so nógv afturat tey næstu 20 árini, men so kemur av álvara ferð á, sigur Marika Holland, sum er ein av granskarunum, sum hava skrivað ta nýggju frágreiðingina.


Kann fáa ávirkan

Washington Post skrivar, at avgerðin hjá stjórnini at fáa ísbjørnina á listan við hóttum djórasløgum kann fáa týdning fyri amerikanska umhvørvispolitikkin í framtíðini. Blaðið heldur, at nú noyðist USA at taka støðu til, um tað skal skerja sítt ovurstóra úitlát av vakstrarhúsgassum, og at tann veksandi hitin á Jørðini veruliga er ein trupulleiki.