ÍSB skipar fyri ítróttarfestivali

Leygardagin 29. september fer ÍSB at skipa fyri einum ítróttafestivali í Havn, sum hevur fingið heitið Special Olympics Festivalur.

 

Special Olympics er ein altjóða felagsskapur, sum skipar fyri ítróttavenjingum fyri menningartarnað kring allan heimin. Felagsskapurin skipar eisini fyri kappingum og festivalum á altjóða og nationalum støði.

 

Hetta er fyrstu ferð ÍSB skipar fyri einum ítróttafestivali í Føroyum, og tað er føroyska Special Olympics nevndin, sum er ein nevnd undir ÍSB, ið stendur fyri tiltakinum.

 

Ymiskt spennandi verður á skránni henda dagin, so sum fyrilestur, spøl og undirhald. Tað eru tó ítróttur og ítróttavenjingar, ið eru í miðdeplinum. Festivalurin leggur upp til, at luttakararnir velja sær 3 ítróttagreinir, sum tey sleppa at royna og vónandi fáa stuttleika í, og henda luttøka fær vónandi so mikið brell á tann einkulta, at hildið verður fram við at íðka.

 

Á heimasíðuni hjá ÍSB ber til at lesa meira um festivalin, og har er eisini møguleiki fri at melda til.

 

Morgunsendingin hjá Rás2 tosaði við Tóru Øre Hansen, samskipara í morgun. Samrøðan kann hoyrast niðast á síðuni.