Savna undirskriftir ímóti vindmyllum

Á Sandi savna tey undirskriftir ímóti vindmyllulundini, sum ætlanin er skal vera í Klivaløkshaga við atkomuvegi stutt vestan fyri Sandsbygd.

Men sandingar vilja ikki hava myllurnar í Klivaløkshaga. Tað sigur ein av stigtakarunum, Jóannes í Miðstovuni, við Kringvarpið.

Hann sigur, at hetta økið er ov týdningarmikið fyri tey til at vit bara lata standa til.

Tì ganga tey nú hús úr húsi á Sandi at savna undirskriftir. 

Fólk aðrastaðni, sum vilja mótmæla vindmyllulundini í Klivaløkshaga og atkomuvegi stutt vestanfyri Sandsbygd, kunna undirskriva talgilt á change.org.

Jóannes í Miðstovni sigur víðari við Kringvarpið, at náttúran er alt ov góð har á staðnum til at fara undir vindmyllur.

Men atkoman er góð, tí er økið bíligt, og tað verður trumlað gjøgnum at gera vindmyllulund har. 

- Vit eru so fá, sum eru í móti øgiliga stórum kreftum, sigur Jóannes í Miðstovuni.