Savnaðu 97.000 kr.

Seinastu viku skipaðu samkomurnar í Kristnastovu í Keypmannahavn og Lívdini í Hoyvík fyri landsumfatandi innsavning til frama fyri børn, ið eru rakt av HIV/AIDS Átakið ?Hjálp Afrika? er endað. Fyrireikararnir siga, at alt hevur gingið væl, nógv fólk hava verið til tiltøkini og fitt av peningi er komin inn. Higartil eru 97.000 krónur komnar inn.

Hæddarpunktið við átakinum var í fríggjakvøldið, tá Kristnastova og Lívdin skipaðu fyri tiltøkum í ávikavist Føroyahúsinum í Keypmannahavn og Oasuni í Hoyvík. Í Føroyahúsinum vóru umleið 90 fólk og í Oasuni vóru umleið 250 fólk.

- Tað er okkara greiða fatan at mangir føroyingar eru vorðnir meira tilvitaðir um ræðuliga støðuna í Afrika og hava fingið íblástur og vón um at støðan kann broytast við einum felags innsatsi frá okkum øllum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Peningurin, sum er savnaður í Føroyum, fer til eitt barnaheim í Uganda, sum liggur í

Kasese økinum. Heimið Jajja, Kampala, hevur til endamáls at minka um árinið av HIV og AIDS á børn við at veita læknaligar metingar, umsorgan og viðgerð av sjúkum børnum. Eisini vera sjúkrahjálparar og onnur hjálparfólk upplærd til at veita AIDS sjúklingum læknahjálp. Rakstrarkostnaðurin av heiminum er 76.000 kr. um árið.

42 milliónir fólk hava HIV/AIDS í dag, av teimum búgva 63% í Afrika. Fýra av fimm smittaðum í Afrika eru kvinnur.