Savna klæðir inn fyri at hjálpa øðrum

Kvinnurnar, sum gera hjálpararbeiði, taka nú aftur ímóti klæðum hvønn mikudag seinnapart.

Nú verða klæðir aftur savnaði á Strondum hvønn mikudag seinnapart.

 

Hetta er eitt arbeiði, sum kvinnur í Sjóvar kommunu hava tikið sær av í mong ár.

 

- Kvinnurnar hava hildið til á Skúlavegi 10, men hava nú fingið nýggj høli at virka í.

 

Í Sjóvar kommunu siga tey, at kvinnurnar, sum soleiðis gera hjálpararbeiði, nú halda til í Strandatúni 9.

 

- Tikið verður ímóti klæðum hvønn mikudag millum klokkan 13 og 18 í Strandatúni 9, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Nú ber til at sleppa av við klæði hvønn mikudag seinnapart í Strandatúni 9.