Annar hvítusunnudagur er vanliga ein slakur í kirkjuni. Men nú verður gudstænastan í øllum kirkjum í høvuðsstaðnum flutt niðan á Ovara Vøll í Gundadal.
Har verður útigudstænasta við øllum prestunum í Havnini. Hetta er eitt tiltak sum varð roynt í fjør við sera góðum úrsliti og tí verður tað endurtikið í ár, sigur Ann Dahl Hansen, prestur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hana greiða frá. |