Tiltak
Hetta vikuskiftið verður stórt tiltak í ítróttarhøllini í Trongisvági, har bæði framsýningar av ymsum slagi og onnur tiltøk verða á skránni.
Tað eru gamlaársnevndin á Tvøroyri og og Lions Klubburin í Suðuroy, sum skipa fyri.
Peningurin, sum gamlaársnevndin fær inn, skal brúkast til nýggjarshaldið á Tvøroyri, sum bara veksur og veksur í vavi og peningurin, sum Lions Klubburin savnar inn, verður óskerdur brúktur til ymisk vælgerðandi endamnál í Suðuroynni.
Hesuferð er gjørt av, at peningurin verður latin Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag til at keypa ymsa útgerð fyri.
Í sjálvari ítróttarhøllini verður ein stór framsýning av bilum, har seks av teimum stóru bilasølunum eru við. Bilasølurnar, sum eru við, eru: Nordbil, Bilfríðkan, Berg Motors, Wenzel, Reyni Service og Esmar Simonsen.
Umframt bilarnar, fer Sigma Import at vísa skutarar fram og CN-bygg sum, selur eykalutir til bilar, er eisini við á framsýningini.
Klæðir frá innast til uttast
Hesuferð eru eisini tvær mótasýningar á skránni, tær verða leygardagin og sunnudagin, báðar dagarnar klokkan 17.
Á framsýningini fer Pau at vísa fram klæði, sum tey sjálvi gera sniðið til, CN Wear, sum hevur mannfólkaklæðir og barnaklæðir, Toystovan, sum hevur klæðir, Alval, sum hevur arbeiðsklæðir og at enda, Reinfan, sum fer at vísa undirklæðir til konufólk fram.
Annars er framsýningin opin fríggjakvøldið frá klokkan 19 til 22, leygardagin frá klokkan 14 til 20 og sunnudagin somuleiðis frá kl. 14 til 20.
Hjá vaksnum kostar 40 krónur at sleppa inn og hjá børnum kostar tað 20 krónur.
Peningur til bjargingarfelagið
Samstundis sum hetta fer fram í sjálvari ítróttarhøllini, hevur Lions Klubburin í Suðuroy ymisk
tiltøk í hølunum við síðurnar av.
Har verður tann vælumtókta hoppiborgin, umframt at onnur tiltøk verða, eitt nú tombola av ymsum slagi, har til ber at vinna mat, kakur, bamsur og annað. Harumframt fara tey at selja ís og popkorn.
Lions Klubburin letur hvørt ár stórar upphæddur til ymisk vælgerðandi og almannagagnlig endamál, mest í Suðuroynni. Og avgjørt er, at peningurin, sum kemur inn hesuferð, skal verður óskerdur latin Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag at keypa ymsa útgerð fyri.
Hetta er triðju ferð, at ætlanin er at skipa fyri hesum tiltakinum. Tvær ferðir mátti tiltakið avlýsast, aðru ferðina tí at verkfall var og aðru ferðina tí Smyril var í dokk so at framsýnararnir ikki fingu bilarnar suður.