Eingin ivi er um, at verkfallið fer at merkjast. Tórshavnar kommuna boðar frá, at verfallið eisini fær avleiðingar fyri ruskinnsavnina, sum steðgar í morgin. Ruskið verður savnað frá øllum húsarhaldum eina ferð um vikuna. Um talan verður um drúgvt verkfall, so fer tað at merkjast hjá øllum húsarhaldum, sum ikki sleppa av við ruskið.










