Savna bundnar troyggjur inn kring landið

Í komandi viku ber til at lata bundnar barnatroyggjur inn til Í menniskjum góður tokki. Tikið verður ímóti bæði nýggjum og brúktum troyggjum.

 

Fyri nøkrum vikum síðan tók Sanna Nolsøe Djurhuusstig til átakið Gleð eitt barn við eini bundnari troyggju.

 

Hon helt, at siðurin í Føroyum at binda børnum skúlatroyggjur átti at komið øllum børnum til góðar, tí heitti hon á limirnar í facebook-bindiklubbanum um at binda eina skúlatroyggju til eitt barn í eini fíggjarligari sperdari familju.

 

Undirtøkan hevur verið góð, nógv hava bundið troyggjur seinastu vikurnar, og nú ber til at lata troyggjurnar inn ymsastaðni kring landið, soleiðis at tær kunnu býtast út áðrenn skúlabyrjan mánadagin 19. august.

 

Átakið er víðkað nakað, soleiðis at tað eisini ber til at lata brúktar bundnar barnatroyggjur inn.

 

Tikið verður ímóti nýggjum og brúktum bundnum troyggjum til børn og ung í øllum aldri, eisini til børn undir skúlaaldur.

 

Tikið verður ímóti troyggjum á hesum støðum og hesar dagar:

 

Tórshavn: Endurnýtsluhandilin Iktys,  Niels Winthersgøta 9, tlf. 227267

Mikudagin 14. augst og hósdagin 15. augst frá kl. 13.00 – 17.30

 

Klaksvík:Malla Sigurðsson, Mylnutún 17, tlf. 456556

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Leirvík:Eyðbritt Eysturstein, Eggjarvegur 26, tlf. 295026

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Fuglafjørður: Alexandra Georgesdóttir, Toftagøta 10, tlf. 285141

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Eiði:Haldis Matras, úti á Bø 84, tlf. 213118/423615

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Glyvrar:Hervør Sabina Á Torkilsheyggi, Dalavegur 12, tlf. 504033

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Vestmanna:Sunnfríð Isaksen, Gerðisvegur 10, tlf. 587139

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Kollafjørður: Mirann Dam, í Líðini 61, tlf. 222478

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Vágur: Irdi Bjarkhamar, Smillavegur 11, tlf. 733041

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Tvøroyri: Alice Simonsen, Sornhústún 3

Mikudagin 14. august frá kl. 16.00 – 18.00

 

Skopun: Ingibjørg Arny, Skúlavegur 7, tlf 210407 / 361145

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Sandur:Miriann Hentze, Undir Reynum 12, tlf. 220673 / 361673

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Sandavágur:Ragna á Plógv, Nesavegur 29, tlf. 229193

Mikukvøldið 14. august og hóskvøldið 15. august eftir kl. 19.00

 

Keypmannahavn: Skriva eini boð til Sannu Nolsøe Djurhuus á facebook.

 

Tað hevði verið gott um tey sum lata inn troyggjur viðmerkja stødd og um til ber, eisini hvussu tær best verða vaskaðar

 

Á hvørjum árið hjálpir Í menniskjum góður tokki yvir 900 børnum og teirra familjum á jólum. Hjálpiarbeiði er víðka til alt árið og Í menniskjum góður tokki bjóðar átakinum við bundnum barnatroyggjum vælkomnum. Tað er ongin ivi um, at troyggjurnar fara at koma sera væl við.