SAS: Nøkur ting mugu betrast

- Fyri okkum hevur tað verið týdningarmikið at koma í gongd. Flestu av flogferðunum hava gingið væl, og ferðafólkini eru komin fram. Men tað eru nøkur ting, ið sjálvandi mugu betrast, og tað krevur eitt samstarv við myndugleikarnar og Vága Flogvøll, har vit fáa loyvi at brúka okkara tøkni.


Tað sigur Mariam Skovfoged, talskvinna fyri SAS, eftir at aftur í dag hevði trupulleikan at lenda í Vágum vegna mjørka.


Flogfarið hjá SAS úr Keypmannahavn, ið skuldi lenda klokkan í Vágum klokkan 10.50 var tríggjar tímar seinkað, og er talan um triðju ferð innan eina viku, at norðurlendska flogfelagið hevur havt trupulleikar við føroyska veðrinum.


Støðan hjá SAS líkist henni, ið Atlantic Airways hevði fyri nøkrum árum síðan, men eftir, at føroyska felagið menti eina nýggja innflúgvingarskipan, RNP AR, hevur reglusemi verið munandi betri, tó at tað eisini kemur fyri, at Atlantic Airwas má avlýsa vegna verður. 


Mariam Skovfoged upplýsir, at norðurlendska felagið nú arbeiðir av øllum alvi at loysa trupulleikan.


- Innflúgvingarskipanin hjá Atlatic Airways er góðkend av donsku flogferðslumyndugleikunum, men er ikki tøk til onnur at brúka. Í løtuni arbeiðir Vága flogvøllur tó av øllum alvi fyri at betra um reglusemi í samband við fráferð og komu á flogvøllinum, men verður tað ikki klárt fyrr enn í byrjanini av næsta ár, sigur Mariam Skovfoged, og leggur afturat.


- Okkara nýggju flogfør A320Neo hava somu navigationsneyvleika sum tøknin hjá Atlantic Airways, men myndugleikarnir skulu góðkenna hana. Tað krevur eisini tíð, og tí eru tey ikki tikin í brúk enn. Men tað verður vónandi skjótt.


Í kappingini við Atlantic Airways eru søgurnar um avlýstar ferðir ikki serliga góðar fyri SAS, og tað ásannar talskvinnan eisini.


- SAS hevur eisini vitað, at hetta kundi ávirka reglusemi, men fyri okkum var tað týdningarmikið at koma í gongd. Men sjálvandi kunnu vit í longdini ikki liva við av hava verri reglusemi.